Upplatingartíðir

Tórshavn

2x3
mán-frí 08.00 - 17.30
leyg 09.00 - 14.00

Timburhandilin
mán-frí 08.00 - 17.00
leyg 09.00 - 13.00

Kambsdalur
2x3
mán-frí 08.00 - 17.30
leyg 09.00 - 13.00


Timburhandilin
mán-frí 08.00 - 17.00
leyg 09.00 - 13.00

Vestmanna
mán-frí 08.00 - 12.00
og 13.00 - 17.00
leyg 08.00 - 12.00

 

Vælkomin í Timburhandilin

Ráðgevan

Vit í Timburhandlinum ynskja sjálvandi at bjóða okkum fram at veita tilfarið, tá ið talan er um ný- og umbygging, viðlíkahald ella annað, sum við­kemur okkara starvsøki. Mál okkara er, at fyri­spurningar frá kundum okkara altíð verða møttir við bestu møguligu ráð­geving og tænastu.

Vøruúrvalið - okkara sterka síða
Handlar okkara bjóða fram eitt sera breitt vøruúrval av tilfari og lutum til bygging. Kundar okkara fáa við hesum  nógvar møguleikar at velja ímillum.

Á goymslum okkara finnur tú uml. 15.000 vørunummur, men í gjøgnum samband okkara við framleiðarar kring allan heim, hava vit atgongd til fleiri hundratúsund ymiskar vørur til bygging. Við áralongum royndum í at keypa inn tilfar, kunnu vit hjálpa tær at finna júst tað tú vilt hava. Heilt einfalt, tað tú ikki finnur hjá okkum, ja, tað finna vit til tín.

Tænastan - altíð í fremstu røð
Okkara aðalmál er at veita eina munagóða tænastu, t.d. at rokna tilfarslistar, koyra vøruna á byggipláss­ið, bera hana undir tak, veita kreditt o.s.fr.

Í handlum okkara í Havn, á Kambsdali og í Vestmanna hava vit nakrar fastar fyriskriftir viðvíkjandi tænastu til viðskiftafólk okkara. Vit hava altíð lagt stóran dent á at veita tí bestu tænastuna, sum er møgulig, og soleiðis verða fremstir á tænastuøkinum.

Vit eru nógv annað enn bara sølufólk
Millum starvsfólk okkara teljast byggifrøðingar, húsasmiðir, snikkarar og onnur fakfólk, sum hava drúgvar royndir innan bygging. Vit vilja fegin lata okkara royndir koma kundanum tilgóða, soleiðis at bygg­ingin eydnast væl.



Havnar Timburhandil | Heykavegur 4 | Tel. 31 12 50 | Faks 31 54 60 | Teldupostur: ht@timburhandilin.fo

Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir - Innrita